Klakkur skal fiska fyri 50 milliónir

Seinnapartin kom nýggi Klakkur, KG 9, inn á Klaksvík. Fyrst í komandi viku ætla teir til Flemish Cap. Ætlandi skulu teir fiska fyri 50 milliónir krónur um árið fyri at klára tað

– Vit eru sera glaðir fyri skipið. Vegna illveður sigldu vit ikki so skjótt, nú vilt sigldu heim, men skipið roynast sera væl, sigur Líggjas Johannesen.

Skipið er keypt úr Ålesund í Norra. Frystilínuskipið at áður Geir II, og er bygt í 2010.
Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík hava saman við øðrum keypt skipið.

Skipið hevur tað, tey rópa moon pool, tað er, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. Hetta er fyrsta skipið í Føroyum við tílíkum dragiholi.

Skipið hevur eisini flakaverksmiðju og kann frysta fiskin umborð.

##med2##


Flemish Cap

Nú, skipið er komið, eru ymisk smáting, ið skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap.

– Eg vænti, at vit fara avstað fyrst í komandi viku. Tá fara vit til Flemish Cap at fiska kvotuna har, sigur Líggjas Johannesen.

Enn er tað formliga ikki komið upp á pláss við fiskiloyvi til Flemish Cap, men eigarin heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki. Annars er ætlanin, at skipið fer at royna við Føroyar og undir Íslandi.

##med3##

Fiska fyri 50 milliónir um árið

Men hvussu nógv skal til, fyri at tað skal mala runt?

– Vit skulu fiska fyri 50 milliónir krónur um árið fyri at tað skal mala runt. Norðmenninir fiskaðu fyri 99 milliónir norskar krónur í fjør og tað var met hjá teimum. Við gamla Klakki fiskaðu vit fyri umleið 49 milliónir krónur í fjør. Tá høvdu vit bara eina manning, men nú verður hálvonnur, og tí fer skipið at liggja minni við kai, sigur Líggjas Johannesen, sum ikki vil upplýsa keypsprísin.

##med4##

17 mans vera við

Smápartafelagið undir Klakki tók við skipinum 2. januar.

Klakkur er 51,3 metrar langur, 12,4 metrar breiður og tekur 370 tons. 

Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen fara at skiftast at vera skiparar.

17 mans vera við skipinum. Fyrsta túrin vera eisini nakrir norðmenn við fyri at læra nýggju manningina upp. Teir, sum vóru við gamla Klakki, fara yvir á nýggj Klakk.

Gamli Klakkur eitur nú Jákup B.

Myndir: Klakkur komin á Klaksvík