Klagað arbeiðsgevarar fyri brot á javnstøðulógina

Javnstøðunevndin fær fleiri og fleiri klagur um, at arbeiðsgevarar bróta lógina um javnstøðu - Vit fáa fleiri og fleiri klagur frá starvsfólki um, at arbeiðsgevarar bróta javnstøðulógina.

Tað staðfestir Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini í Sosialinum í dag

Hon veit ikki, hví tað er so, at alsamt fleiri arbeiðsgevarar verða klagaðir fyri brot á javnstøðulógina.

Sjálv heldur Kristianna Winther Poulsen at tað er tí, at starvsfólk verða meiri og meiri varug við, at tað ber til at kæra til nevndina um hesi viðurskiftini.

Men hon heldur eisini, at starvsfólk yvirhøvur verða meiri og meiri tilvitað um síni rættindi og finna seg ikki longur í hvørjum sum helst.

Hon sigur, at enn hevur javnstøðunevndin ikki tikið støðu til nakrar av hesum kærunum, so hon dugir ikki at siga, um kærararnir fáa viðhald ella ikki.

Kristianna Winther Poulsen sigur, at í mestan mun eru tað kvinnur, sum føla seg verða fyri mismuni.

- Nakrar kærur eru frá kvinnum, sum siga, at tær verða sagdar upp av tí, at tær eru blivnar við barn. Aðrar kærur eru frá kvinnum, sum hava verið í barnsburðarfarloyvi, men sum so fáa verri treytir á arbeiðsplássinum tá ið tær koma aftur til arbeiðis, enn tær høvdu frammanundan.

Men tað eru eisini onkrar kærur frá monnum, sum halda, at teirra sømdir at fáa barnsburðarfarloyvi, eru verri enn tær hjá kvinnum.

Forkvinnan í javnstøðunevndini sigur, at tað eru bæði arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum verða klagaðir.