Klagað arbeiðsgevarar fyri at bróta lógina um javnstøðu

Javnstøðunevndin fær fleiri og fleiri klagur um, at arbeiðsgevarar bróta lógina um javnstøðu

- Vit fáa fleiri og fleiri klagur frá starvsfólki um, at arbeiðsgevarar bróta javnstøðulógina.

Tað fortaldi Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini á almennum fundi, sum nevndin skipaði fyri á Seglloftinum á Tvøroyri mánakvøldið.

Hon sigur, at seinastu tíðina er tað oftari og oftari komið fyri, at arbeiðsgevarar verða klagaðir fyri at hava brotið javnstøðulógina.

Hon veit ikki, hví tað er so, at alsamt fleiri arbeiðsgevarar verða klagaðir fyri brot á javnstøðulógina.

Tað kann vera tí, at arbeiðsgevarar eru farnir at leggja minni og javnstøðulógina. Men tað kann eisini vera tí, at starvsfólk verða meiri og meiri varug við hendan møguleikan tey hava fyri at kæra um hesi viðurskiftini.

Sjálv hellir Kristianna Winther Poulsen til tann seinna møguleikan.

- Eg haldi, at vit fáa fleiri og fleiri klagur so hvørt sum starvsfólk varnast, at tey hava hendan møguleikan at kæra, tá ið tey halda, at tey eru fyri mismuni á arbeiðsplássinum vegna sítt kyn, sigur hon.

Men hon heldur eisini, at starvsfólk yvirhøvur verða meiri og meiri tilvitað um síni rættindi og finna seg ikki longur í hvørjum sum helst.

- Starvsfólk eru ikki so undirbrotlig longur, sigur hon.

Hon sigur, at enn hevur javnstøðunevndin ikki tikið støðu til nakrar av hesum kærunum, so hon dugir ikki at siga, um kærararnir fáa viðhald í, at arbeiðsgevarin hevur brotið lógina, ella ikki.


Mest kvinnur

Kristianna Winther Poulsen sigur, kærurnar vísa, at tað í mestan mun eru kvinnur, sum føla seg verða fyri mismuni.

- Nakrar kærur eru frá kvinnum, sum siga, at tær verða sagdar upp av tí, at tær eru blivnar við barn.

- Men kærur eru eisini frá kvinnum, sum hava verið í barnsburðarfarloyvi, men sum so fáa verri treytir á arbeiðsplássinum tá ið tær koma aftur til arbeiðis, enn tær høvdu frammanundan.

Men tað eru eisini onkrar kærur frá monnum, sum halda, at teirra sømdir at fáa barnsburðarfarloyvi, eru verri enn tær hjá kvinnum.

Forkvinnan í javnstøðunevndini sigur, at tað eru bæði arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum verða klagaðir.


Avmarkaða heimild

Spurningurin er so, hvørjar heimildir javnstøðunevndin hevur í sambandi við tær kærur, sum koma.

Hvat kann javnstøðunevndin gera í teimum førum, har hon kemur til ta niðurstøðu, at arbeiðsgevarin hevur brotið lógina?

- Tað er ein spurningur, sum eitt sindur ógreiður. Men vit kunnu heita á arbeiðsgevarin um at taka ávís stig í einum málið, eitt nú at betala endurgjald. Men tað stendur til arbeiðsgevaran sjálvan um at fylgir okkara áheitan ella ikki.

- Men javnstøðunevndin hevur so eisini tann møguleika at fara í rættin við einum arbeiðsgevara.

- Nevndin kann eisini mæla tí, sum hevur verið fyri órætti, at stevna arbeiðsgevaranum og so mæla vit til, at viðkomandi fær fría rættargongd.

Kæra og revsing


Í Javnstøðulógini stendur, at fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.

Heldur javnstøðunevndin, at ein almennur stovnur, einstaklingar, felag, virki ella líknandi, hevur brotið lógina, skal nevndin innan 14 dagar eftir at málið er viðgjørt av nevndini, senda áheitan til avvarðandi um at fáa lógarbrotið rættað innan 2 vikur.


Men førdi áheitanin ikki til nakað úrslit, kann javnstøðunevndin:


1) heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru,


2) mæla til, at tann, hvørs rættindi eru brotin, fær fría rættargongd til rættarmál um samsýning.


3) leggja málið fyri rættin í borgarligari rættargangssókn um, at framferðarhátturin hevur verið í stríð við lógina,


4) tá ið talan er um almennan myndugleika ella stovn, at heita á viðkomandi yvirskipaða stovn um at áleggja viðkomandi myndugleika ella stovni at broyta avgerð ella framferðarhátt. Hjálpir hetta ikki, skal farast fram sambært nr. 1-3.