Klæmint: Vit útføra ikki tað vit hava vant

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá NSÍ er vónsvikin um 1-2 tapið ímóti HB í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná 1-2 tapið hjá NSÍ ímóti HB við Løkin í Runavík. 

 

Hóast Klæmint A. Olsen skeyt enn eitt mál fyri NSÍ í bestu fótbóltsdeildini, so er hann alt annað enn nøgdur við tað, sum hendi í dystinum í dag: - Vit útføra ikki tað á vøllinum, sum vit hava vant uppundir kappingarárið. Hetta er nakað, sum avgjørt má bøtast um, staðfestir liðskiparin hjá NSÍ. Klæmint A. Olsen væntar tó, at tað kemur at fungera betur hjá NSÍ.