HB hevur 23 stig, og NSÍ hevur 20 stig. Málmunurin hjá HB er +23, og hjá NSÍ er hann +9. Harvið fer NSÍ við sigri at leggja seg undir liðina á HB, meðan HB sigur í Runavík seinnapartin ber við sær, at tað verður langt frá NSÍ og á tindin.
-Vit hava so ofta staðið okkum væl ímóti HB í Runavík, og tað halda vit okkum hava orsøk til at rokna við eisini skal eydnast seinnapartin ídag, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Tølini eru við honum á tann hátt, at HB hevur ikki vunnið í Runavík síðani í 2018. Tá var úrslitið í søtta umfari, sum var 15. apríl, 2-1 til HB.
Málskjúttar hjá HB ta ferðina vóru Símun Samuelsen og Tróndur Jensen. Hvørgin teirra verður á HB liðnum í dag. Símun er venjari hjá næstbesta HB liðnum, og Tróndur Jensen verður á miðvøllinum hja NSÍ ídag. NSÍ málið fyri trimum árum síðani Pól Jóhannus Justinussen, sum ikki hevur spæt á hægsta støði í fjør og í ár.
Búi Egilsson, sum leingi hevur verið skaddur, er komin fyri seg aftur. Í gjár var hann á vøllinum allan seinna hálvleik, tá ið næstbesta NSÍ liðið óvæntað tapti 2-1 við Margáir. Álopsspælarin Jørgen Nielsen er framvegis skaddur í fótinum.
Í fjør vann NSÍ heimadystin ímóti HB 2-0 – hetta var bara annar av tveimum dystum sum HB tapti – og í fyrraárið var úrslitið 1-1.
Tá ið NSÍ í fyrsta umfari var í høvuðsstaðnum vann HB 5-2. Longu áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin var støðan 2-0.
-Vit gera okkara besta fyri at renna aftan á KÍ, og tað er kanska ikki so galið at vera næstfremst og so taka teir í endaspurtinum. Men tað eru eisini onnur lið – eitt nú NSÍ – sum eru við í kappingini, og fyri okkum hevur tað stóran týdning at vinna ídag, sigur HB liðformaðurin og málverjin Teitur Matras Gestsson.
Nýggi HB spælarin, sum vit fyrr í vikuni umrøddu, Ibrahim Moro, var í gjár á verjukendum sentralum miðvallarplássi í 78 minuttir, tá ið næstbesta HB liðið á Tórsvølli tapti 5-2 ímóti Skála.