Klæmint skoraði í heimasigri hjá Breiðablik

Breiðablik fekk eina góða upptakt undan dystinum móti FCK týskvøldið

Klæmint A. Olsen var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu 3-1 á ÍBV á heimavølli á Kópavogsvøllinum.

 

Breiðablik var greitt omaná í fyrra hálvleiki og var á odda 3-0 í steðginum.

 

Damir Muminovic legði Breiðablik á odda tá 20. minuttir vóru farnir. Tá 35 minuttir vóru farnir økti Viktor Örn Margeirsson til 2-0.

 

Beint undan steðginum økti Klæmint til 3-0 í góðum samanspæli við Jason Daða Svanþórsson.

 

Breiðablik er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 33 stigum. Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík er fremst við 38 stigum. 

 

Komandi týskvøld klokkan 20.15 er útselt á Kópavogsvøllinum. Tá tekur Breiðablik móti danska stórliðnum, FCK í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League. 

 

Breiðablik kemur eins og KÍ at spæla minst seks dystir í Evropa komandi tríggjar vikurnar.