Klæmint og Meinhardt vóru bestir

Spælarametingarnar í Sosialinum vísa, at Klæmint Olsen og Meinhardt Joensen vóru bestir

Í Sosialinum í dag eru tveir sokallaðir “Dysturin hesa vikuna”. Tað eru dystir, sum tað verður gjørt eyka nógv burtur úr. Millum annað verða gjørdar spælarametingar av hvørjum einstøkum spælara.

 

Les ÍtróttarSosialin við at trýsta á HER

 

Í dystinum millum Skála og NSÍ varð Klæmint Andrasson Olsen valdur til dagsins spælara. Hann skoraði tvey av málunum og átti sín lut í 5-1 sigrinum á Skála.

 

 

Les eisini: Sólin skínur á KÍ og NSÍ

 

Í Klaksvík vann KÍ 1-0. Fleiri ferðir í farna kappingarárið var tað verjuparturin og málverjan, sum ikki stóð sína roynd. Hetta tykist broytt í ár. Bara eitt mál er farið í gjøgnum fyrstu tveir dystirnar.

 

Les eisini: Meinhardt og KÍ vinna 1-0 á Víkingi (Kykmyndir)

 

Høvðusorsøkin til at einki mál fór ígjøgnum í gjár var, at KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, hevði ein framúr dag í málinum. Hann er valdur til dagsins spælara í dystinum.

 

Komandi viku verður dysturin millum HB og KÍ “Dysturin hesa vikuna” í Sosialinum.