Klæmint og Breiðablik fingu av at vita í Belgia

Breiðablik er framvegis uttan stig í bólki B í Europa Conference League

Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik høvdu sera torføran útidyst móti belgiska liðnum, Gent á útivølli í kvøld.

 

Talan var um triðja dystin hjá liðunum í bólki B í Europa Conference League.

 

Gent vann stórsigur 5-0. Longu í steðginum var støðan 4-0 til Gent. Klæmint var skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Tað gjørdi ikki lagið betri hjá monnum, at Höskuldur Gunnlaugsson í tíðini dómarin hevði lagt aftrat brendi brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

9. november tekur Breiðablik móti Gent á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Breiðablik hevur enn fyrsta stigið til góðar aftaná 2-3 tap fyri Maccabi Tel Aviv á útivølli, 0-1 tap fyri Zorya Luhansk á heimavølli og stórtapinum í kvøld.