Klæmint legði upp til tvey mál í stórtapi hjá Breiðablik

Tá Klæmint A. Olsen kom á vøllin fyri Breiðablik tá seinni hálvleikur byrjaði var Breiðablik aftanfyri 0-5. Dysturin endaði 6-2

Klæmint A. Olsen kom inn eftir steðgin og spældi allan seinna hálvleik, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik taptu heili 2-6 fyri Zrinjski í Mostar í triðja undanumfarinum í Europa League undankappingini.

 

Tá Klæmint kom á vøllin var Zrinjski á odda 5-0. Zrinjski økti til 6-0 áðrenn Klæmint legði upp til tvey mál. Fyrst tá Anton Logi Lúðvíksson minkaði um munin til 1-6, og løtu seinni tá Gísli Eyjólfsson minkaði um munin til 2-6.

 

Um seinna hálvleik kann Klæmint siga, at tann løtan sum ikki er ring er góð, men tað skerst ikki burtur, at tað endar helst við Europa Conference League Play Off dystum hjá Breiðablik um 14 dagar.

 

Sunnudagin verður føroyingauppgerð á Akureyri, tá KA við Jóan Símun Edmundssyni og Pæturi J. Petersen í hópinum taka ímóti Breiðablik. KA tapti í kvøld 1-5 fyri Club Brügge í triðja undanumfarinum í Europa Conference League.