NSÍ liðskiparin, Klæmint A. Olsen, hevur higartil í ár havt eitt frálíka gott kappingarár. Líka síðani byrjanina av kappingini hevur liðskiparin á liðnum hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, støðugt skotið nógv mál.
Og sambært hagtølunum, eru góð útlit fyri, at Klæmint A. Olsen við kappingarenda í ár, kann seta trý nýggj met í føroyskum fótbólti í nýggjari tíð.
Fyrsta metið hjá Klæmint er tað, at hann sum tann fyrsti nakrantíð síðani kappingin fór upp í 27 umfør í 2005, kann koma uppum 22 mál í einum kappingarárið. Klæmint hevur higartil skotið 21 mál í 23 dystum, so góð útlit eru fyri, at tað metið kann náast.
Annað metið er miðaltalið pr mál í Effo-deildini. Við 21 málum í 23 dystum, hevur Klæmint A. Olsen í løtuni eitt miðaltal pr mál í Effo-deildini sum eitur 0,91 mál pr dyst.
Heldur Klæmint A. Olsen høga miðaltalið teir írestandi dystirnar í Effo-deildini, kann hann sláa metið hjá Arnbirni Hansen frá 2007, sum hevði 0,88 mál pr dyst.
Triðja metið er, at Klæmint A. Olsen, sum tann fyrsti leikarin í nýggjari tíð, kann gerast toppskjútti í bestu føroysku deildini trý ár á rað.
Nevnast kann eisini, at hagtølini bert eru galdandi frá kappingarbyrjan í 2005, tá besta deildin í Føroyum fyri fyrstu ferð fór upp í 27 umfør.
Toppskjúttar í bestu deildini síðani 2005 sambært Faroesoccer.com:
2005: Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) – 18 mál
2006: Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) – 18 mál
2007: Sylla Amed Davy (B36) – 18 mál
2008: Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur) – 20 mál
2009: Finnur Justinussen (Víkingur) – 19 mál
2010: Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur) & Christian Høgni Jacobsen (NSÍ) – 22 mál
2011: Finnur Justinussen (Víkingur) – 21 mál
2012: Clayton Soares (ÍF) & Páll A. Klettskarð (KÍ) – 22 mál
2013: Klæmint A. Olsen (NSÍ) – 21 mál
2014: Klæmint A. Olsen (NSÍ) – 22 mál
Hægst miðaltal pr mál í bestu deildini síðani 2005 sambært Faroesoccer.com:
2005: Christian Høgni Jacobsen – 0,72 mál pr dyst
2006: Christian Høgni Jacobsen – 0,67 mál pr dyst
2007: Arnbjørn T. Hansen – 0,88 mál pr dyst
2008: Arnbjørn T. Hansen – 0,77 mál pr dyst
2009: Finnur Justinussen – 0,76 mál pr dyst
2010: Christian Høgni Jacobsen – 0,85 mál pr dyst
2011: Finnur Justinussen – 0,81 mál pr dyst
2012: Clayton Soares & Páll A. Klettskarð – 0,81 mál pr dyst
2013: Klæmint A. Olsen – 0,81 mál pr dyst
2014: Klæmint A. Olsen – 0,81 mál pr dyst