Klæmint fekk sín fyrsta heila kappingardyst - Pætur skoraði tvey mál

Klæmint A. Olsen var á vøllinum allan dystin, og Patrik Johannesen var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá Breiðablik vann á Fjölnir í steypakappingini. Pætur J. Petersen skoraði tvey mál í stórsigri hjá KA á heimavølli.

So brast fyri nev hjá Klæminti A. Olsen at spæla tann fyrsta heila kappingardystin fyri Breiðablik í íslendskum fótbólti.

 

Klæmint A. Olsen spældi allan dystin og Patrik kom á vøllin seinasta hálva tíman, tá Breiðablik á útivølli vann 2-0 á Fjölnir í steypakappingini. Breiðablik hevur sostatt vunnið seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Klæmint kom til onkran málmøguleika, men tað eydnaðist honum ikki at skjóta mál fyri Breiðablik í kvøld. 

 

Fjölnir 0 - 2 Breiðablik

 

 0-1 Oliver Sigurjónsson ('17)

 

 0-2 Ágúst Orri Þorsteinsson ('60)

 

Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA hava eisini vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini við stórsigri 5-0 á Uppsveitir á heimavølli á Akureyri. Pætur skoraði tvey mál fyri KA. Hann legði KA á odda tá níggju minuttir vóru farnir av dystinum, og hann økti til 3-0 tá 27 minuttir vóru leiktir. KA var á odda 4-0 í steðginum. Uppsveitir er lið úr fimtbestu deildini í Íslandi. 

 

KA 5 - 0 Uppsveitir

 

 1-0 Pætur J. Petersen ('9)

 

 2-0 Dusan Brkovic ('14)

 

 3-0 Pætur J. Petersen ('27)

 

 4-0 Dusan Brkovic ('45)

 

 5-0 Sveinn Margeir Hauksson ('61)

 

##med2##

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Leiknir Reykjavík vunnu seg eisini í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini við 1-0 sigri á Selfossi. Stóra hetjan hjá Leiknir gjørdist Omar Sowe, ið skoraði sigursmálið stutt undan dystarloki.

 

Kaj Leo slapp á vøllin tá 49 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Leiknir Reykjavík 1 - 0 Selfoss

 

 1-0 Omar Sowe ('89)

 

Í morgin klokkan 16 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík dyst móti Magna úr fjórðbestu deildini, so tað skuldi ligið væl fyri hjá Víkingi at vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini.