Klæmint er á gáttini til bólkaspælið í Europa Conference League

Breiðablik vann fyrra Play Off dystin í Europa Conference League á Struga á útivølli í Norðurmakedonia

Tað eru góðir møguleikar fyri, at tað KÍ ikki verður tað einasta føroyska innslagið í einum evropeiskum bólkaspæli í heyst. 

 

Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í verandi meistaraliðnum í Íslandi, Breiðablik standa nú á gáttini til eitt Europa Conference League bólkaspæl.

 

Fyrri Play Off dysturin móti norðurmakedonsku meistarunum, Struga á útivølli er júst liðugur, og hann endaði við einum 1-0 sigri til Breiðablik.

 

Höskuldur Gunnlaugsson skoraði sigursmálið hjá Breiðablik við einum dundurskoti tá 35 minuttir vóru leiktir á dystinum.

 

Klæmint hevði tveir stórar málmøguleikar at skora. Fyrru ferð var tað bert svartasta óhepni, at hann við einum drønstútara ikki legði Breiðablik á odda. Bólturin rakti tíverri stongina.

 

Beint undan steðginum hevði Klæmint ein góðan málmøguleika, men hann sendi bóltin uppum málið. 

 

Klæmint spældi allan dystin, og hann er avgjørt millum teir hjá Breiðablik sum hava flest altjóða royndir. 

 

Beint undan Breiðablik kom á odda 1-0 skoraði Bunjamin Shabani fyri Struga, men lukkutíð fyri Breiðablik kolldømdi VAR málið.

 

Returdysturin verður leiktur í Kópavogi komandi hósdag klokkan 17.45.

 

Allar Fótbólts-Føroyar fara at ynska Klæminti og Breiðablik góðan byrð við at gerast fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. KÍ megnaði tó tað bragdið áðrenn, um so Breiðablik skrivar íslendska fótbóltsøgu.