Klæmint: Ein steypafinala í desember er eitt lottarí (FM1)

(FM1) Liðskiparin hjá NSÍ ynskir, at farið verður aftur til at avgreiða steypakappingina fyrr á árinum

##med2##

 

- At avgreiða steypafinaluna í desember er eitt lottarí, ið ikki kemur at rigga á hvørjum ári. 

 

Greiða boðskapin eigur liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum var gestur í sendingini 10´arin á FM1 farna mánamorgun.

 

Klæmint hevur forstáilisi fyri, at steypakappingin í fjør og í ár máttu avgreiðast seint, men hann heldur avgjørt, at framyvir eigur tað at vera soleiðis, at tá landskappingin er liðug eigur alt at vera avgreitt.

 

Og júst veðurfaktorurin rakar seinnu hálvfinalurnar, ið ikki vera avgreiddar í dag.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra greiða og sakliga boðskapin hjá Klæminti um steypakappingardystir í adventini.