Liðskiparin og framherjin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, hevur skotið 19 mál í landskappingini í ár. Metið er 24 mál upp á eitt kapingarár. Sostatt hevur Klæmint seks dystir at skjóta seks mál fyri at taka gamla metið.
Tað eiga Uni Arge(HB) frá 1998 og Súni Fríði Brabá(B68) frá 1995. Tað hoyrir tó við til søguna, at bæðu Uni og Súni Fríði megnaðu at skjóta síni mál, tá landskapping var 18 umfør. Síðani 2005 var avgjørt, at spæla tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum og harvið 27 umfør.
Tað sæst eisini aftur á mál per dyst talinum. Bæði Uni(1,50) og Súni Fríði(1,41) skjóta í miðal fleiri enn eitt mál fyri hvønn dyst tá, meðan Klæmint(0,90) skjýtur í miðal færri enn eitt mál per dyst.
Megnar Klæmint at skjóta eitt mál fyri hvønn av teimum seinastu seks dystunum, so setir hann nýtt met. NSÍ skal í kvøld spæla móti Víkingi í einum útsettum dysti í landskappingini. Dysturin verður í Runavík og byrjar klokkan 18.
(Kelda: Faroesoccer.com)