Uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard um at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skipa ein reyðan blokk og fara til val saman til næsta val tykist ikki at falla í góða jørð hjá øllum.
Javnaðarformaðurin, Aksel V. Johannesen, helt hetta ikki vera eitt gott hugskot, tí hann vil ikki útihýsa Sambandsflokkin. Aksel heldur, at um hann ikki fær rikið Sambandsflokkin aftur á sosial-liberala sporið, so ber kanska til at ræna nakrar atkvøður frá flokkinum.
Høgni Hoydal hevur í eina heila viku ikki vlijað savarað uppá, um Tjóðveldi eins og Javnaðarflokkurin vil avskriva alt samstarv við Fólkaflokkin.
Men tað kunnu vit svara fyri Høgna, at tað fer hann ikki at gera. Hjá Tjóðveldinum at avskriva samstarv við Fólkaflokkin er sum at rykkja teppið undan Tjóðveldinum – og fullveldisdreyminum.
Men er Aksel ikki samdur við Jóannes, so er ósemjan innanhýsis í Javnaðarflokkinum størri. Fyrrverandi sambandsmaðurin, Gerhard Lognberg, vil ikki vita av Tjóðveldinum. hann vil samstarv við Fólkaflokkin.
Tey ungu í Javnaðarflokkinum halda við formanninum.
– Men summasummarum um reyða blokkin hjá Eidesgaard er heldur eitt klútateppi, tí sambært ymsu útsøgnunum eru møguleikarnir hjá Javnaðarflokkinum fyri samstarvi um nýtt landsstýri hesir:
Fólkaflokkur, Sambandsflokkur, Sjálvstýrisflokkur, Tjóðveldi, Miðflokkurin, Framsókn – og Janus...









