Síðani seinna kappingarhálva í fótbóltinum byrjaði, hevur serliga vágsorðið, Baberara, ofta verið havt á lofti. »Nú syngja vágbingar baberara« og syng nú baberara« hava verið millum yvirskriftirnar, og einki er ivast í, at vágbingar hava vónir um, at hesar yvirskriftir halda fram komandi vikuna.
Er tað nakar vágbingur, sum meira enn nakar annar hevur verið við til at skapt hugtakið, so má tað vera stór entertainarin úr Vági, Robert McBirnie. Millum frítíðarítriv hansara er nevnliga sangur, og ikki minst man sangurin um heimbygdina, ella babera-sangurin vera væl kendur millum manna.
Men hvat merkir baberara, og hví valdu teir at nýta júst hetta í sínum sangi.
- Sum mær er sagt, so skuldi hetta verið íkomið, einaferð dansur var á Tvøroyri. Onkur vágbingur hevði kanska fingið dekan ov nógv inn um, og tá skuldi so onkur tværámaður havt rópt eftir honum »syng nú baberara«. Hví tað so júst varð hetta, sum vit tóku við í sanginum, veit eg ikki. So at siga allir amerikanskir sangir høvdu tá í tíðini okkurt slag av Juhu kórið aftan fyri. Eg veit ikki um vit vóru teir fyrstu, sum nýttu hetta, men vanligt var tað so ikki í Føroyum.
Fær ikki farið suður
Spurdur, hvørt hann eisini ætlar sær at syngja væl kenda lagið leygarkvøldið, svarar Robert, at hann tíverri hevur lovað seg út aðrastaðni.
Leygarkvøldið skal hann á pallin í Kagganum, men hann vísur tó á, at møguliga verður tikið í onkran vágssang, um orsøk er til tess.
Orsøkin er sjálvsagt, um tað eydnast VB at vinna fyrsta meistraheitið felagsins í fremstu mansdeildini. Robert hevur øll tey seinnu árini fylgt sera væl við, hvussu mansliðið hevur staðið seg. Undan hesum hevur hann eisini verið ógvuliga virkin í felagnum, bæði sum leikari, venjari og nevndarlimur.
Robert greiðir frá um hetta, at hann í fleiri ár var partur av einum sera góðum VB-liðið.
- Eg flutti suður aftur í 1969, og tá var VB júst komið upp í fremstu deildina. Eg haldi, at vit høvdu eitt sera gott lið, og besta úrslitið okkara mundi vera steypasigurin í 1974.
- Sum frá leið viknaði liðið tó nakað, og størsta orsøkin til hetta mundi vera fráflyting. Eg minnist t.d. eitt árið miðskeiðis í 70?unum, tá fimm av leikarum okkara búðu í Havn, og venjingarumstøðurnar verða sjálvsagt ikki meira enn næstbestar, tá so er.
Hetta hevur eisini verið ein trupulleiki hjá VB í nógv ár. Um fólkið verður í oynni, veldst í stóran mun um, hvussu nógv arbeiðspláss eru, so tað er einki løgið í, at VB hevur verið millum ídnastu feløgini at fáa útlendingar til landið.
Trívast væl
Júst útlendingarnir eru aftur í ár ein týðandi partur av VB-liðnum, og einki er at ivast í, at Robert eins og nógvir aðrir vágbingar, er sera fegin um hetta.
- Eg haldi eisini, at teir útlendsku leikarar, sum hava verið í VB, hava trivist sera væl har suðuri.
- Tað sigur helst eitt sindur um vágbingar, men ein partur av frágreiðingini til hetta er helst, at teir eisini hava sínar uppgávur í felagnum. Teir taka sær av venjingini hjá yngru deildunum, og hetta viðførir eisini, at teir ungu hjá okkum verða eggjaðir til at leggja meira fyri, eins og leikararnir sjálvir verða betri við felagið, tá teir eru so nær knýttir.
- Annars kann eisini leggjast afturat, at tað eisini eru fleiri sera evnaríkir ungir leikarar ávegis. Onkur teirra er longu um at koma inn á besta liðið, og at fleiri koma tað í framtíðini, er einki at ivast í heldur Robert.
Spentur um dystin
Í dag kann ein kanska siga, at starvstíðin hjá Robert í VB er farin, men hetta hevur tó á ongan hátt minkað um hug hansara at fylgja við fótbóltinum.
- Hóast eg búgvi í Havn, so eri eg framvegis vágbingur, og tað fari eg helst altíð at verða. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í fótbólti. Eg havi eisini spælt við B36, og vanliga haldi eg við teimum, tá teir spæla í Gundadali, men tá VB er hitt liðið, er eingin ivi.
Robert telist tó ikki millum teirra, sum rokna við, at VB fer at fáa nakað sum helst forerandi í dag.
- Eg rokni so avgjørt ikki við, at B36 ikki ætlar sær at vinna dystin. sigur hann sannførdur. Tað rokni eg ikki við, at nakað seriøst lið kundi funnið upp á, og heldur ikki haldi, at vágbingar eru áhugaðir í at fáa FM heitið til gávus.
- Eg eri eisini rættuliga ivasamur undan dystinum. Ikki tí, liðið er gott, men avrikini hava ikki alla tíðina veri nóg støðug. Eftir dystin í Runavík, har VB varð smurt av, legði eg allar FM-dreymar á hillina, men síðani hevur tað bara gingið framá.
- Sjálvandi vóni og ynski eg, at VB fer at gerast føroyameistari í ár, men eg tori ikki rættuliga at trúgva tí enn.
Spurdur, hvørt hann ætlar sær at gera nakað serligt burtur úr leygardegnum, svarar Robert, at tað hevur hann als ikki hugsað nakað serligt um.
- Satt at siga, so havi eg ikki lagt nakrar sum helst ætlanir, men tað er so púrasta vist, at eg fari á plenuna.