Stóra útstykkingin í Nólsoy verður framd í tveimum.
Fýra til seks grundstykkir verða klár um fáar mánaðir, hin parturin, sum umfatar randarhús, skal fyrst leggjast inn í eina broytta býarætlan, og slíkt tekur sum kunnugt tíð.
Men støðan við teimum fyrru grundstykkjunum er so, at vegurin til útstykkingina skal gerast liðugur, og síðani skal kloakk, vatnveiting og el leggjast til. Arbeiðið upp á vegin er boðið út, so Heðin Mortensen kann ikki ímynda sær, at tað fer at ganga long tíð, áðrenn tey fyrstu grundstykkini eru klár.
- Vit tosa um fáar mánaðir, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kmmunu.
Við restini av útstykkingini er støðan eitt sindur øðrvísi. Ein broytt býarætlan skal leggjast alment fram, og so hava fólk tríggjar mánaðir at gera sínar viðmerkingar. Eftir hetta skal ætlanin – sjálvandi treytað av, at eingin mótmælir henni – leggjast fyri landsstýrið til endaliga góðkenning.
Fleiri ung hava áhuga í at seta búgv í Nólsoy, og sambært Heðini Mortensen gongur ikki long tíð, áðrenn hesi kunnu fara undir arbeiðið, at seta føtur undir egið borð.










