Allir teir útlendsku tónleikararnir, sum skulu spæla á Voxbotn konsertdegnum í Havn í dag, eru komnir til landið og eru til reiðar at fara á pallin í kvøld.
Nakað av órógvi hevur verið á flogferðsluni seinastu tveir dagarnar orsaka av mjørkaveðri, men nú er flogferðslan komin í rættlag aftur.
Nik & Jay, Carpark North, Blaze Bayley og Paul DiAnno koma úr útlandinum til Voxbotn, og teir eru nú allir komnir til Føroya.
Voxbotn konsertdagurin byrjar kl. 15.00.










