Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at skráin til vinnudagin 2009 nú er klár Vinnudagurin verður hildin 25. september, og ikki óvæntað merkir fíggjarkreppan skránna fyri fundin.
Millum røðararnar verða Liselotte Lyngsø, futurist og serfrøðingar innan nýskapan og framtíðargransking, Ragnar Johannesen, løgfrøðingur, Thór Sigfússon, formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum og Páll Isholm, leiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Eisini er hetta dagurin, har ársins virki og ársins átak verða kosin. Í fjør vann Articon heiðurin sum ársins virki.










