2. deild
Leygardagin verður oddadystur á Sandi, tá B71 tekur ímóti B68.
Alt árið á tamb hava tað verið hesi bæði liðini, sum hava dystast um oddasessin, og týskvøldið syrgdu sandoyingarnir fyri, at teir nú aftur eru á odda. Tað gjørdu teir, tá teir vitjaðu hjá HB í útsetta dystinum frá 13. umfari.
Talan var fyri tað nógva um ein hampuliga javnan dyst, men í avgerandi løtunum vístu sandoyingarnir seg sum teir hvassastu. Teir komu á odda við frísparki, sum Magnus Olsen sendi í kassan, og tá teir nakað seinni fingu brotsspark, var royndi Eli Hentze ísakaldur úr 11 metrum.
Sandoyingarnir fingu kanska ein lítlan skelk, tá málverjin, Símin Rógvi Hansen, fekk skaða, men við super-veteraninum, Valdemar Nowicki, á beinkinum, gjørdist tað ikki tann stóri trupulleikin kortini.
Sigurin varð mest sum staðfestur, tá HB-verjuspælari einans fekk stútað eina roynd frá Clayton Soares í egið mál, og so munaði tað lítið, at HB fekk minkað um munin seinni í dystinum. 3-1 til B71, sum við hesum tók seg upp á oddasessin, og so er klárt til veruliga brakið, tá B68 kemur á vitjan á Sandi.










