Í Vági er um at vera klárt til stórsta nýggjárshald í landinum.
Síðani sekstiárini hevur sera nógv verið gjørt burturúr nýggjárshaldi í Vági, og í mong ár hevur haldið verið tiltikið.
Mong fólk hjálpa í hesum døgum til við at gera klárt til nýggjárshald í Vági. Kyndlar eru gjørdir, blikk eru klár, og somuleiðis heiðursportur, og gjørt verður klárt at prýða bát við drekahøvdi og skjøldrum, skrivar nyggjar.com millum annað.
Báturin skal brennast, og tað er Jakob Skaaning, ið á myndini ger drekahøvdið.
Í morgin er morgunmatur í Billardhúsinum, og fyrireikingar til stórdans í VB Høllini eru í gongd, har Kim, Terji og Eyðun fara á pall, og eisini fara Ingi Poulsen og Danny Baldursson á pallin. Í VB Húsinum fara Sunrise at spæla.
(Mynd; nyggjar.com)