Klokkan 19.30 í kvøld spælir AaB heimadyst móti Brøndby. Og fær Aab stig við sær úr uppgerðini, er danska DM-gullið heima.
Longu nú er riggað til gullveitslu í býnum, har DM-heitið ikki hevur verið, síðani 1999.
Millum annað skulu spælararnir ætlandi koyra kring býin í opnum bussi, og ivaleyst verða eisini fleiri onnur tiltøk á skránni, um altso gullið kemur til høldar.