Klárt til finalurnar í Wimbledon

Nú eru bara finalurnar eftir í árligu Wimbledon-tenniskapingini í London. Kvinnufinalan verður í dag ímillum russisku Maria Sharapova og kekkisku Petra Kvitova.

 

Maria Sharapova vann Wimbledon-kappingina fyri sjey árum síðani sum 17 ára gomul, og hon er eisini favorittur til at vinna hesaferð. Finalan verður seinnapartin.

 

Harafturímóti er størri spenningur undan mansfinaluni, sum verður í morgin. Har skal verandi Wimbledon-meistarin Rafael Nadal úr Spania royna at verja heitið ímóti serbiska Novak Djukovic. Tennisfrøðingar vænta sær eina dreymafinalu seinnapartin í morgin.

 

Sama hvusu finalan endar, fær Djukovic ovasta plássið á heimsstyrkilistanum.