Fótbóltur
- Tað var nú óluksáligt, at mann ikki stillaði upp til kommunuvalið. Tað skuldi í øllum førum ligið væl fyri at fiskað nakrar atkvøður leygarkvøldið.
Orðini eigur Egil á Bø, sum leygardagin klokkan knappliga hálvgum seks skal taka ímóti Formula-steypinum, sum fær pláss undir liðini av Løgmanssteypinum í felagshúsinum við Margáir.
Spæla frítt
Seinasti dysturin á kappingarárinum hjá EB/Streymi verður móti HB, og hetta ger ikki dagin minni hugaligan sigur Egil.
- Vit vilja sjálvandi enda árið væl, og tað ger tað ikki minni stuttligt, at tað júst er HB, sum vit spæla ímóti. Og mest av øllum vilja vit vísa, at vit eru betri enn teir. Eisini hóast hetta longu er staðfest á stigatalvuni.
- Og tá bæði liðini kunnu spæla frígjørt, rokni eg eisini við, at tað verður ein stuttligur dystur at hyggja eftir. Gummibein verður talan so ikki um hesaferð, so spurningurin er heldur, hvussu spælararnir reagera, nú vit ikki hava gummibein, flennir Egil.
Spældu borðtennis
Eftir at FM-sigurin varð feiraður týskvøldið, hildu spælararnir frí mikudagin.
Hósdagin hittist hópurin aftur, men hesa ferð var talan um borðtenniskapping heldur enn fótbólt. Eina kapping, sum hjálparvenjarin hjá liðnum, Finnbjørn Zachariassen, vann saman við Sorin Anghel. Her kann leggjast afturat, at Finnbjørn er fyrrverandi landsliðsspælari í borðtennis, og tí varð hann roknaður sum stórfavorittur undan innan hýsis kappingini.
- Men hetta er nú ikki, tí vit ikki taka uppgávuna í álvara. Heldur haldi eg, at lagið í hópinum nú er framúr, og um vit spæla borðtennis eitt kvøld heldur enn fótbólt, man ikki gera tað heilt stóra. Venjingarstøðan skuldi í øllum førum verið í lagi, nú vit bert hava ein dag eftir av kappingarárinum, sigur Egil á Bø.