Klárt til bólkaspæl í Europa League

Hesi 48 liðini hava spælt seg í bólkaspælið í Europa League - fýra norðurlendsk lið eru við.

Í dag og í kvøld hava verið avgerandi dystir í Europa League, har seinastu liðini skuldu finnast til lutakastið til bólkaspælið, sum verður í morgin.

 

Trý donsk lið høvdu møguleika at spæla seg til bólkaspælið. FC Midtjylland fekk 2-2-javnleik í fyrra dystinum á útivølli ímóti svenska Malmö FF fyri viku síðani, men teir megnaðu ikki at gagnnýta góða útgangsstøðið í kvøld. Teir taptu nevniliga 2-0 heima í Herning í kvøld, og við samlaðum 4-2-tapi eru teir nú úti úr Europa League.

 

Betur gekst tað hjá FCK, sum fekk strítt seg til óvæntaðan 0-0-javnleik ímóti italska Atalanta í fyrra dystinum, og heima í Parkini í kvøld somuleiðis fekk 0-0-javnleik. Hetta hevði við sær, at tað var neyðugt við longdari leiktíð og seinni brotssparkskapping, har FCK dró longra stráðið og við bólkaspælsluttøkuni hevur tryggjað sær áleið 75 milliónir krónur.

 

Brøndby tapti í kvøld 4-2 og tilsamans 9-4 fyri belgiska Genk, og tískil er greitt, at tey fýra norðurlendsku liðini Europa League-bólkaspælinum í ár vera FCK, Malmö FF, Sarpsborg 08 Rosenborg. Tey bæði norsku liðini, Sarpsborg 08 og Rosenborg, sendu ávikavist Maccabi Tel Aviv og KF Shkendija úr kappingini.

 

Lutakastið til bólkaspælið verður í morgin kl.11.00, og tá vera hesi 48 liðini við:

 

Pottur 1

Sevilla

Arsenal

Chelsea

Zenit Skt. Pætursborg

Bayer Leverkusen

Dynamo Kiev

Besiktas

Red Bull Salzburg

Olympiacos

Villarreal

Anderlecht

Lazio

 

Pottur 2

Sporting Lissabon

Ludogorets Razgrad

FCK

Marseille

Celtic

PAOK

AC Milan

Genk

Fenerbahce

Krasnodar

Astana

Rapid Wien

 

Pottur 3

Real Betis

Qarabag

BATE Borisov

Dinamo Zagreb

RB Leipzig

Eintracht Frankfurt

Malmö FF

Spartak Moskva

Standard Liege

FC Zurich

Bordeaux

Rennes

 

Pottur 4

Apollon Limassol

Rosenborg

Vorskla Poltava

Slavia Prag

Akhisarspor

Jablonec

AEK Larnaca

MOL Vidi

Rangers

F91 Dudelange

Spartak Trnava

Sarpsborg 08