Klárt at seta fundin

Hóast spenningurin um forsetavalið er so stórur, sum hann sjáldan hevur verið áður, so eru eisini onnur mál, sum skulu viðgerast.

Og tað verður upp til Jens Wang, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg sum fundarstjóri, at halda skil á, hvussu leikur fer.

Fyrst á skránni verður formansfrágreiðingin og framløga av ársroknskapi. Síðani verður uppskot til broytingar í kappingarreglunum til viðgerðar, áðrenn nevndar- og forsetaval verður á skránni.