Klárt at gera golfvøll á Glyvursnesi

Tórshavnar kommuna, Búnaðarstovan og Sjúrður Patursson, festari, hava nú skrivað undir leigusáttmála um lendi til golfvøll á Glyvursnesi.

- Tilgongdin hevur verið drúgv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, men legði aftrat, at nú verður Føroya fyrsti golfvøllur loksins veruleiki.

Samráðingarnar um lendið byrjaði í 2013, og sáttmálin fevnir um 522.000 fermetrar, sum í fyrstu syftu skulu gerast til ein golfvøll við 9 holum, men sum síðani skal útbyggjast til 18 hol.

Borgarstjórin vísti eisini á, at Glyvursnes ikki bert verður golfvøllur. Gjørdar verða eitt nú fleiri kilometrar av lendisgøtum, og ætlanin er eisini at fáa skipað eitt maritimt øki, har sum kaikantur nú er, skrivar Tórshavnar kommuna.