Klárt at flyta inn 1. apríl

Tað hevur gingið eitt sindur seinni enn upprunaliga ætlað at gera eldrasambýlið í Vági. Ikki kann sigast annað, enn at hetta er ein sera bílig loysn fyri tað almenna

Tað hevur gingið eitt sindur seinni enn upprunaliga ætlað at gera eldrasambýlið í Vági.

Fyrst varð ætlanin, at tað skuldi verða klárt at flyta inn um ársskiftið, men tað verður nú av ongum.

Nú er 1. apríl ístaðin settur sum dagurin, tá ið flutt verður inn í sambýlið.

Annars hevur sjálv byggingin gingið sína gongd.

Men hon kom eitt sindur seinni í gongd enn ætlað, so varð ein bumba funnin í grundstykkinum o.s.fr. Alt hevur gjørt sítt til, at tað ikki hevur gingið fult so væl í hond, sum ætlað.

Og nú veturin nærkast, kann væntast, at einstakir dagar fara fyri skeytið av tí at tað ikki verður arbeiðandi fyri veður

Í løtuni verður grundin og gólvið stoypt, og so er eftir at seta húsið upp, men tað verður gjørt í pørtum.

Í sambýlinum í Vági verða 10 kømur, men tvey teirra eru gjørd til tvey fólk. So tilsamans er pláss fyri 12 fólkum í sambýlinum.

Tað verður heimarøktin, sum skal hava raksturin um hendi og hon ger av, hvussu nógv kømur skulu brúkast til búfólk og, hvussu nógv skulu brúkast til umlætting.

Fyrr hevur verið nevnt, at av teimum 12 plássunum, skulu í sambýlinum, skulu tvey pláss verða til umlætting.


Bíligt fyri landskassan

Ikki kann sigast annað, enn at hetta sambýlið í Vági er ein avbera bílig loysn fyri landskassan.

Tað fer at kosta um fýra milliónir, tá ið alt er liðugt og tað er gjørt rundanum

Sjálvt húsið fer at kosta um 3,7 millión.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur, at parturin hjá kommununi er 250.000, sum er skotin inn sum eginpeningur. Harafturat hevur kommunan latið grundstykkið, sum er 300.000 krónur vert.

Tað, sum Matmøðrafelagið hevur savnað saman, og tað, sum er latið í gávum, er tilsamans 250.000 krónur.

Sostatt er eginpeningurin 800.000 krónur tilsamans. Restin verður fíggjað við láni.

Tað einasta sum landið betalir, er 500.000, sum tilsøgn er givin um, ?treytað av peningur er tøkur?, sum landsstýrið málber seg.

Men tað ivast býráðsformaðurin kortini ikki í.

Sjálvum rakstrinum er tað heimarøktin, sum hevur um hendi.

Tó skal kommunan betala tað neyðugu náttarvaktina. Annars skulu rakstrarútreiðslurnar gjaldast av tí, sum búfólkið betalir í leigu