Klárt at fara undir Eysturoyartunnilin um eitt hálvt ár

Nú skal ferð av álvara setast á arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum fyri Løgtinginum í gjár.

Tað var Rodmund Nielsen, sum hevur sæti á tingi í nakrar dagar, sum fregnaðist hjá landsstýriskvinnuni eftir, hvar málið um Eysturoyartunnilin liggur í løtuni.

Annika Olsen sigur, at Eysturoyartunnulin verður raðfestur rættiliga frammaliga og í næstu viku verður fundur við allar partar í verkætlanini at samráðast um karmarnar og meginreglurnar fyri loyvinum til partafelagið Skálafjarðartunnilin at fara undir verkætlanina.

Á fundinum er ætlanin at viðgera løgfrøðiligar, fíggjarligar og aðrar spurningar í sambandi við ætlanina.

Samstundis er eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingið boðið við á fundin.

- Semjast partarnir um meginreglurnar og karmarnar, er ætlanin at fara undir ítøkiligar samráðingar beinanvegin, so at tær kunnu verða lidnar í so góðri tíð, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið í vár.

- Tað merkir, at samráðingarnar mugu vera lidnar í februar næsta ár, legði hon afturat.

Hon ivast ikki í, at samráðingarnar fara at enda við eini semju, so at verkætlanin kann gerast veruleiki.

- Hetta er ein verkætlan, sum hevur rættiliga stóran týdning, tí hon fer at binda Føroyar saman og gevur sostatt stórar møguleikar fyri bæði vinnulívi og øðrum møguleikum.

Annika Olsen sigur, at enn dugur hon ikki at siga, nær tað verður klárt at fara undir arbeiðið, tí enn skulu onkrar seismiskar kanningar gerast.

- Men so skjótt avtalan um loyvið er avgreidd næsta vár, ber til at fara undir arbeiðið og sjálv boringin tekur eini trý ár.


Kundi farið betri

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi staðfesti, at Eystyroyartunnilin er einasta samferðsluútbygging, sum loysir seg fíggjarliga og kastar nakað av sær til samfelagið.

- Hetta er ein verkætlan, sum kastar tíggjutals milliónir av sær um árið, segði hon.

Og henni dámdi onki, at tað skuldi vera eitt privat felag, sum skuldi standa fyri verkætlanini.

Ìstaðin fyri at vinningurin fer í privatar lummar heldur hon, at avkastið kundi farið í landskassan og verðið brúkt til at fíggja aðrar samferðsluútbyggingar við og í hesum sambandi kundi Sandoyartunnilin komið upp á tal.

Hinvegin staðfesti Tórbjørn Jacobsen, at Tjóðveldið ásannaði, at politiskur meiriluti var ikki fyri hesi ætlanini og tí boygdu tey seg fyri veruleikanum og tóku undir við ætlanini, sum hon nú fyriliggur