Klárt at byrja

Fremmand ungfólk fara á útbúgvingarstevnu, sum um dagarnar verður hildin á føroyskum lærustovnum, at siga frá um møguleikar at søkja størv og um framtíðar arbeiðsmarknað yvirhøvur

Um dagarnar veðrur útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving hildin á føroyskum lærustovnum. Í hesum sambandi eru fýra donsk ungfólk komin hendanveg at siga frá um møguleikar fyri at sleppa út á framtíðar arbeiðsmarknaðin eftir lokna útbúgving.
Hesi fýra fólkini fara at greiða frá einum serligum tiltakið, sum tey nevna »Klárt at byrja«, ella á donskum »Parat til start«.
Møguleiki verður at hoyra hesi fólkini siga frá á Miðnámsskúlanum á Kambsdali mikudagin, og í Studentaskúlanum í Hoydølum hósdagin. Báðar dagarnar frá klokkan 13.00 til 15.30. Skráin hesar dagarnar er hendan: Frmløg um framtíðar arbeiðsmarknað. Um at søkja starv og um starvssamrøður. Globaliseringin.
Tosað fer millum annað at verða um, at tað, at menna sínar førleikar til annað enn bara at taka eina útbúgving, sigur Fróðskaparsetrið millum annað í tíðindaskrivi, sum sent er í smaband við stevnuna. Greit verður frá, hvussu týðandi persónligu førleikarnir eru, tá tú skal klára teg sjálvan í byrjanini av arbeiðsmarknaðarlívinum. Eisini verða upptøkur vístar, har vinnulívsfólk siga frá, hvussu veruliga lívið á arbeiðsmarknaðinum er.
Ferðin í Føroyum er partur av rundferð hjá hesum fýra ungu fólkunum, sum eisini hava ferðast millum skúlar í Danmarks, har tey hava greitt frá tiltakinum »Parat til start«.
Tann, sum vil hava meira at vita um tiltakið, hevur møguleika til tess á heimasíðuni, sum eitur www.parattilstart.nu