500 fermetrar stóra skóta og ungdómshúsið við Løkin í Runavík nærkast nú av álvara.
Í løtuni er støðan hon, at 75 prosent av fíggingini er fingin til vega, og væntað verður, at tey seinastu 25 prosentini verða funnin um stutta tíð.
Tað eru fleiri ár síðani fólk byrjaðu at tosa um eitt slíkt hús. Og í dag kunnu fólk við egnum eygum staðfesta, at grundøkið er byggibúgvið og er nú so at siga klárt at fara undir byggingina.
Í sambandi við verkætlanina er sett upp eitt skelti á sjálvum grundøkinum. Á skeltinum sæst, hvussu bygningurin kemur at síggja út, og eisini er yvirlit yvir stuðlar.
Samlaði kostnaðurin er mettur til 7,2 mió krónur, har Lokale- & Anlægs Fonden hevur játtað íalt kr. 2 mió. kr.