Klárir at fara í verkfall

Skipararnir og stýrimenninir, sum sigla við Strandferðsluni, eru til reiðar at fara í verkfall fyri at fáa sín vilja.
Tað staðfestir Eyðstein, Djurhuus, formaður í felagnum á heimasíðu teirra
Samráðingar hava leingi verið ímillum yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið um yvirmenninar hjá Strandferðsluni, men tær eru slitnaðar og tískil eru semingsmenn boðsendir.
Teir kanna nu eftir um grundarlag er fyri at royna semju, men teir taka onga avgerð fyrrenn eftir páskir.
Tað eru nøkur ófrávíkilig krøv, sum yvirmenninur hava.
Eitt, teir ikki vilja góðtaka, er, at teir verða settir niður í tíð, tá ið ein ferðaætlan verður avmarkað.
Tað stendur greitt í sáttmálanum, at hetta kann bara gerast í serligari avtalu við fakfeløgini, men tað, sum nú hendir, taka tey sum eina ódámliga roynd at skúgva fakfeløgini til viks.
Støðan er rættuliga fastlæst, men yvirmannafeløgini hava sett sær fyri, at hetta mál skal loysast, hóast neyðugt verður við verkfalli.
Eitt annað krav frá Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum, er, at yvirmenninir skulu ikki arbeiða fleiri tímar um árið enn tað sum er ásett altjóða sáttmálanum, Maritime Labour Convention.
Føroysku manningarfeløgini eru í millumtjóða samstarvi, har tey hava bundið seg til at halda tey krøvini.
Í løtuni er fult arbeiðsár hjá yvirmonnunum hjá Strandferðsluni 2.548 tímar um árið. Men altjóða sáttmálin sigur, at sjómenn skulu í mesta lagi arbeiða átta tímar um dagin, seks dagar um vikuna.
Harumframt skulu sjómenn hava frí teir almennu frídagarnar.
Sostatt skulu yvirmenninir hjá Strandferðsluni í mesta lagi hava 2.400 arbeiðstímar um árið, ella 148 tímar færri enn teir nú hava.
Fíggjarmálaráðið hevur eisini eitt ófrávíkiligt krav og tað er, at arbeiðstíð og løn skulu fylgjast.
Tað merkir, at arbeiða yvirmenninir minni, skulu teir eisini hava minni í løn.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sugur, at fleiri av yvirmonnunum umhugsa sína framtíð hjá Strandferðsluni, sum umstøðurnar eru nú.