Hondbóltur
Um vikuskiftið legði hópurin seinastu hondina á fyrireikingarnar, og varð hetta gjørt við venjingum í Havn og í Kollafirði.
Hósdagin spæla føroysku kvinnurnar so sín fyrsta dyst í kappingini, og er hesin móti Litava. Hinir báðir dystirnir verða spældir fríggja- og leygardagin, og verða hesir móti U20-liðnum hjá Turkalandi og móti liðnum hjá Onglandi, sum er vertur fyri fýra-landakappingini.
Umframt Sophus Dal-Christiansen verður Mildrið Nolsøe eisini við á ferðini sum hjálparvenjari. Og hava tær báðar hesar spælarar við sær í hópinum.
Tomma Petersen, Kyndil
Fríða Petersen, Neistin
Erla Eliasen, Sindal
Elin Staksund, Neistin
Ninna K. Johansen, StÍF
Durita Christophersen, Stjørnan
Rebekka Justinussen, StÍF
Simona Hansne, Freja
Ása Dam á Neystabø
Guðrið K. Mortensen, VB
Laila Jespersen, VB
Simona Petersen, Stjørnan
Unn Kragesteen, Neistin
Heidi Maria Akselsen, Neistin
Una Olsen, Stjørnan