Klárar til gullveitslu

Kvinnurnar hjá Mjølni eru nú bert ein dyst frá gullinum

Flogbóltur

Tað var eingin slingur í valsinum hja Mjølni, tá tær leygardagin høvdu vitjan av Fleyr í kappingini hjá kvinnum.
Mjølnir, sum hevur sett kósina beint móti 15. FM-gullinum, gjørdi alt fyri eitt greitt, at hetta so ikki skuldi vera nakar snávingarsteinur, og við 25-8 í fyrsta settinum vístu tær Fleyr, hvussu langt tað er upp til oddin hjá teimum.
Tey bæði seinnu settini vórðu ikki vunnin eins sannførandi, men fyrst og fremst komst hetta av, at Mjølnir nú lat fleiri av yngru og meira óroyndu leikarunum sleppa at royna seg, men hóast hetta, so var ikki tann heilt stóri vandin fyri, at Fleyr skuldi órógva tað allarminsta.
Við sigrinum tók Mjølnir tað, sum nógv rokna við var seinasta fetið móti gullinum. Enn kunnu tær snáva, men tað skal ikki roknast við, at hetta fer at henda á Kambsdali, har ÍF einki hevur at spæla fyri.

Júst ÍF hevði sunnudagin vitjan av KÍF, og tann dysturin gav ikki liðnum nakrar sum helst trupulleikar. Talan gjørdist um tryggan 3-0 sigur, og soleiðis sýndi ÍF, at tær á heimavølli avgjørt teljast millum sterkastu liðini, men um tað so er nóg mikið til at taka Mjølnir, er ein onnur søga.
Tað er annars einasta vónin, sum TB hevur eftir. Tær fáa í løtuni ikki gjørt stórt annað enn bara vinna sínar egnu dystir, og um vikuskiftið leiktu tær seg til ein tryggan 3-0 sigur á Drátti. TB hevði allan dystin á tamb eina greiða yvirvág, og tað er nokk einki at ivast í, at tær við hesum vildi vísa, at talan bara var um eitt mistak, tá tær taptu dystin á Giljanesi, men hvussu er og ikki, so var talan um eitt mistak av teimum heilt stóru. Somikið stórt, at tað tykist hava kostað teimum møguleikan fyri gullinum.