Klára Vón er fimmta ættarlið

Fimm ættarlið á somu mynd. Tað er ikki óvanligt, men tað er sjáldsamt. Á hesum frálíku myndum, sum vit hava fingið sendandi, eru fimm ættarlið.

Elin Christiansen er 94 ára gomul og býr á Sambýlinum á Skála. Dóttir hennara, Petricia Christiansen, vanliga rópt Disa, er 68 ár og býr í Nólsoy.

Joan Oskarsdóttir Simonsen er dóttir Disu. Hon er 46 ár og býr á Hvítanesi. Dóttir Joan, Brynja Erlendsdóttir Dam, er 22 ár - og lítla Klára Vón er fødd 31. juli í 2011 - og tær báðar yngstu búgva eisini á Hvítanesi.

Vit ynskja teimum øllum tillukku við lítlu Kláru Vón.