Kláraðu seg uttan Jóan Símun

Føroyski landsliðsleikarin var ikki við í hópinum, tá ið OB í kvøld vann 2-0 ímóti Esbjerg.

Jóan Símun Edmundsson var ikki við í hópinum hjá OB, sum í kvøld var á vitjan hjá Esbjerg í Superliguni. OB kláraði seg tó væl uttan, tí teir vunnu 2-0 við málum frá Anders K. Jacobsen og Ari Skúlason.


Føroyski landsliðsleikarin fekk ein skaða í knæið undir venjingini hósdagin, og tað var av teirri orsøk, at hann ikki var við í kvøld. Tíbetur verður mett, at skaðin ikki er álvarsligur, og at hann einans má sita uttanfyri hendan dystin.


OB, sum í løtuni er á 6. plássi, fær sunnudagin vitjan av oddaliðnum, FCK.