SEV-stjórin, Klæmint Weihe, fer úr starvinum 1. oktober Klæmint Weihe, sum hevur verið stjóri í SEV í 25 ár, leggur frá sær tann 1. oktober.
Tá tekur hann við sum stjóri í Maskinverkstaðnum á Hjalla, sum hann eisini hevur keypt part av. Harafturat er hann vorðin nevndarlimur í P/F Stórutjørn.
Poul Arni Jacobsen tekur við um fyribilsstjóri í SEV, sum ætlar at seta nýggjan stjóra á nýggjárinum, sigur felagið í tíðindaskrivi.