Fyrrverandi SEV-stjórin Klæmint Weihe fylti 60 ár mánadagin 25. oktober. Klæmint er sørvingur, men hann hevur meginpartin av ævi síni búð í Havn.
Klæmint er útbúgvin radiomekanikari og elektroverkfrøðingur. Hann byrjaði á elfelagnum SEV í 1980 og tók við sum stjóri í 1982 og var stjóri í 25 ár. Klæmint var stjóri á SEV í eini tíð við nógvum broytingum og útbygginum. Eftir at hann gavst á SEV í 2007, var hann eitt skifti stjóri á fyritøkuni MVH á Hjalla.
Í dag starvast hann sum lærari á eldeildini á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, umframt at hann eisini er stjóri á FDS, sum er ein almenn fyritøka sum ger digital kort- og myndatilfar um Føroyar.
Klæmint er giftur Ketty Dam úr Havn. Tey eiga børnini Karin og Heðin. Abbabørnini er 4 í tali.