Klæmint: Vit vóru væl fyrireikaðir

(Frá Rás2) Í samrøðuni við Trónd Arge greiddi Klæmint A. Olsen eisini frá báðum málunum hann skoraði ímóti 07 Vestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ, sum skoraði tvey mál í 4-0 sigrinum hjá NSÌ yvir 07 Vestur við Løkin í Runavík í dag.

 

Í samrøðuni greiðir Klæmint A. Olsen eisini frá báðum málunum hann skoraði í dag. 

 

Klæmint A. Olsen heldur, at teir í NSÍ vóru sera væl fyrireikaðir til tað, sum 07 Vestur kom við, og tað metir hann verða eina góða orsøk til, at tað koppaði vegin hjá NSÍ í dag. 

 

Tvímálsskjúttin heldur, at NSÍ hava ikki verið nóg hepnir í undanfarnu dystunum, men hepnið fylgir teimum dugnaligu, og tí heldur Klæmint sjálvkritiskt, at teir í NSÍ ikki hava verið nóg dugnaligir.