Fótbóltur: Tað verður ikki í ár, at sigursvanda HB fyri fyrstu ferð fær sítt navn innritað í Løgmanssteypið, sum nú verður spælt um. HB-luttøkan á hesum sinni vardi bara 90 minuttir, tí B36 varpaði grannarnar úr kappingini.
Sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá B36 skoraði liðformaðurin, Klæmint Matras, tá hann stutt eftir steðgin beindi hornasparksinnlegg frá Jákupi á Borg í málið.
B36-liðformaðurin og HB-liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, hava ofta spælt yvir av hvørjumøðrum, men hesa ferð var Klæmint omaná. Fróði plagar at vera málsøkin, men hann skoraði ikki ímóti B36, og at Klæmint var so grammur eftiransari, var ein av orsøkunum til, at spælið hjá HB var lítið sannførandi.
Á báðum liðum vóru nýggir spælarar at síggja. Hjá B36 var Dimitrije Jankovic sera sannførandi miðverji, og Hjalgrím Elttør var eyðsýndur í vinstru síðu, har hann ofta breyt ígjøgnum.
Hjá HB var næstan helvtin av liðnum nýggj, um sammett verður við síðsta kappingarár: Rógvi S. Holm, Tórður Hreiðarsson, Levi Hanssen og Símun Samuelsen spældu allir sín fyrsta dyst fyri HB, og Tór-Ingar Akselsen var aftur at síggja í høvuðsstaðarfelagnum, eftir at hann hevur spælt við 07 Vestur.