Tap á heimavølli ímóti bæði Suðringum og EB/Streymi níva dygt í 07 Vestur. Úrtøkan higartil er bara stigið á útivølli í fyrsta umfari ímóti AB:
-Neyvan verður roknað við, at vit fara at vinna stig í Runavík ídag. Tað er júst í sovornum støðum, at tað er týdningarmikið at reisa seg. Tað vóni eg, at vit fara at megna, men so er fyrsta treytin, at stóru persónligu mistøkini, sum higartil hava kostað nógv, verða lúkað burtur, sigur 07 Vestur venjarin Pauli Poulsen.
Tað er ivasamt, um Sølvi Egilsson verður førur fyri at spæla. Allir hinir spælararnir hjá 07 Vestur eru tøkir.
Í NSÍ fóru teir annan páskadag úr dalinum og upp á tindin. Eftir tap á heimavølli ímóti KÍ eydnaðist tað at vinna í Gøtu. Klæmint A. Olsen skoraði seinna málið í 2-1 sigrinum.
Nú er samantalda máltalið hjá Klæminti í bestu landskappingini 152. Metið eigur Jákup á Borg, sum tilsaman skoraði 153 mál. Harvið er møguleikin at taka málmetið ikki langt burtur hjá Klæminti.
Málverjin Símun Rógvi Hansen hevur ikki verið á vøllinum í landskappingini í ár. Hann er framvegis skaddur í knænum. Einar Tróndargjógv er darvaður av knæskaða, og tað er ivasamt, um Jóhan Troest Davidsen verður førur fyri at spæla ídag. Hann hevur trupulleikar við nøsini.
Í gjár spældi Øssur Dalbúð á næstbesta liðnum, har hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum í Gøtu.