##med2##
Leikvøllurin við Løkin í Runavík hevur verið ein framúr skansi hjá NSÍ hetta kappingarárið, men í kvøld var skotið hol á skansan, tá KÍ gjørdist fyrsta útiliðið at koppa NSÍ.
NSÍ – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Deni Pavlovic (22.)
0-2: Páll A. Klettskarð (61.)
Fyri liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen er tað serliga skuffandi, at KÍ skorar mál aftaná deyðbóltsstøður. Tað eru støður har NSÍ hevur staðið framúr í hinum dystunum.
Klæmint A. Olsen ætlar avgjørt, at KÍ skal vera seinasta liðið sum vinnur á NSÍ við Løkin hetta kappingarárið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Hilmar Jan Hansen siga frá málunum hjá KÍ. Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Trygva Mortensen taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.











