##med2##
Fótbólts-Føroyar kunnu fegnast. Tveir sigrar á rað í einari UEFA-kapping, vit spældu væl, og mótstøðuliðið skapti ongan opnan málmøguleika, og Andorra hevur framvegis aftaná fýra dystir ikki skora móti Føroyum.
Haraftrat kunnu vit fegnast um, at vit ikki fóru í snaruna hjá Andorra sum vit gjørdu 25. mars í 2017, tá teir knógvaðu heim javnleik 0-0.
- Eg royndi nakað annað, og tað eydnaðist, sigur sigursmálsskjúttin, Klæmint A. Olsen, ið við hesum fixa hælsparksmálinum skoraði annan landsdystin á rað, og er Klæmint nú komin uppá trý mál fyri føroyska landsliðið.
- Hatta er ikki nakað ein fær vant, hatta er bara automatikkur, ein ger eitt ella annað, greiðir Klæmint A. Olsen frá um minniliga hælsparksmálið.
Klæmint sigur, at tað hevði týdning at koma á odda í fyrra hálvleiki, og tá mótstøðuliðið ikki skapti nakran opnan málmøguleika var vandi ikki á ferð.
Klæmint undirstrikar, at hann fer at stríðast fyri at skora fleiri landsliðsmál.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum í studionum hjá FM1. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við debutantin, Jákup Biskopstø Andreasen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze.