Klæmint og NSÍ ruddaðu borðið á Svangaskarði

Liðformaðurin skoraði hattrikk, tá ið NSÍ spulaði gestirnar úr Wales av vøllinum og við 5-1 syrgdi fyri einum tí størsta føroyska sigrinum í Europa nakrantíð

Tað er fagnaður í NSÍ leguni, og tað er fagnaður í føroysku fótbóltsleguni í síni heild.

Fyrr í kvøld tryggjaði B36 við 2-1 sigri í Gibratlar rættin at halda fram í Europa Liguni, og nú hevur NSÍ við 5-1 heimasigri á Svangaskarði ímóti Burry Town vunnið sær rættin at halda fram í somu kapping.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnast NSÍ at vinna seg víðari í europeiskum kappingum. Harvið skriva venjarin Glenn Ståhl og hansara menn felagssøguna, sum teir fyrr í dag vónaðu, at tað fór at eydnast at gera.

Men tað mundi neyvan vera nakar, sum hevði ímyndað sær, at tað skuldi eydnast NSÍ at vinna so trivaligan sigur sum 5-1.

Tað er komið fyri áður, at føroysk lið í Europa hava vunnið við fýra málum, men talan er um framúr úrslit, hóast mótstøðuliðið í kvøld ikki var nakað at reypa av. Men tað tekur einki frá knúsandi stórsigrinum.

Stóri maðurin á Svangaskarði í kvøld var NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti Klæmint A. Olsen. Higartil í ár hevur tað ikki hilnast so væl í málskjótingini, sum tað plagar at gera, men í kvøld glapp tað av álvara.

Eftir fyrra hálvleik var støðan framvegis málleysur javnleikur, men tá ið tað glapp, vóru teir gulu og svørtu flúgvandi.

Málskjúttar í seinna hálvleiki vóru Klæmint A. Olsen, tá ið sjey minuttir vóru farnir, aftur Klæmint A. Olsen í 63. minutti, og fýra minuttir seinni var tað Petur Knudsen, sum skoraði.

Jann S. Benjaminsen, sum var vongverji i vinstru, átti uppleggið til fyrsta málið. Tá ið Bárður J. Hansen fór skaddur av vøllinum, varð Jann S. Benjaminsen fluttur úr vinstru og í høgra borð, meðan 20 ára gamli Pætur Turiðarson Skipanes, sum hevur verið ógvuliga tolin á beinkinum, fekk álit og varð settur inn á vongverjan í vinstru.

Úr høgru legði Jann S. Benjaminsen upp til 2-0 málið, sum Klæmint A. Olsen skoraði, og Klæmint A. Olsen átti uppleggið til 3-0 málið, sum Petur Knudsen skoraði.

Eitt stórt korter undan leikloki var Klæmint A. Olsen aftur upp á spæl. Aftur var tað Jann S. Benjaminsen, sum átti uppleggið. Hann legði við frísparki bóltin fram í brotsteigin, og við høvdinum stýrdi NSÍ liðformaðurin bóltin í málið.

So fór Klæmint A. Olsen av vøllinum. Tað mundi vera fyri at vera væl fyri til dystin í næstu viku. Ein annar av lokalu spælarunum Steffan A. Løkin avloysti liðformannin, og Steffan takkaði fyri við at økja um munin til 5-0. Uppleggið stóðu brøðurnir Petur og innskifti Aron Knudsen fyri.  

Tað var øgiliga gott, at úrtøkan eftir steðgin var so trivalig, tí í fyrra hálvleiki royndist tað ikki so væl.

Tá ið teir fóru at hvíla seg í nógva mjørkanum á Svangaskarði á Toftum í kvøld, vísti máltalvan framvegis 0-0.

Tað vóru teir í NSÍ ikki nøgdir við, og tað var ikki uttan orsøk. Tí heimaliðið var í fyrra hálvleiki greitt omaná. Fimm ferðir var NSÍ møguleikin heilt stórur, og einaferð var bólturin í netinum hjá Burry Town, men tá bríkslaði dómarin fyri rangstøðu.

Í seinna hálvleiki var tað eina løtu øgiliga tjúkt í mjørka, og fyrstu løtuna hevði NSÍ ikki so gott tak á spælinum, sum heimamenninir høvdu havt í fyrra hálvleiki.

Men so glapp, og tá ið hol var komið á, hingu gestirnir alt meiri við høvdinum, meðan NSÍ spælararnir høvdu høvdið høgt, spældu við stórum sjálvsáliti og skoraðu fimm mál. Eina løtu sá tað út til, at hetta fór at vera størsti føroyski sigur í Europa nakrantíð, men fram ímóti dystarenda minkaðu gestirnir um munin.

Føroyskur fótbóltur fegnast saman við NSÍ, sum fyri fyrstu ferð hevur vunnið seg víðari.

Glenn Ståhl og hansara menn hava skrivað kapitlið í felagssøguni, sum venjarin fyrr í dag vónaði, at tað fór at eydnast at skriva.

Og um eina viku skal NSÍ aftur í eldin - í Aberdeen.

 

NSÍ – Barry Town 5-0 (0-0)

Á Svangaskarði

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Klæmint A. Olsen

3-0: Petur Knudsen

4-0: Klæmint A. Olsen

5-0: Steffan A. Løkin

5-1: Kayne McLaggon

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Bárður J. Hansen (Pætur Turiðarson Skipanes, 60.), Mórits Heini Mortensen, Jesper Flinck Christjansen (Aron Knudsen, 82.), Salmundur Bech, Jann S. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen (Steffan A. Løkin, 78.), Petur Knudsen

Á beinkinum: Karsten Hansen, Jann Martin Mortensen,Hans Marius Davidsen

Gult kort: Jann S. Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen

Venjari: Glenn Ståhl