Klæmint: Hetta var ógvuliga frustrerandi

(Rás2) Toppskjúttin hjá NSÍ iðrar seg um misnýttu málmøguleikarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við toppskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, aftaná Klæmint og liðfelagarnir høvdu tapt 0-2 og harvið 1-4 ímóti hvítarussiska liðnum, Dinamo Minsk í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.

 

- Hetta var ógvuliga frustrerandi, eru orðini Klæmint A. Olsen brúkar fyri at lýsa vónbrotið. Fyri Klæmint og liðfelagarnir var tað frustrerandi, at teir ikki vóru nóg neyvir, tá teir komu til málmøguleikarnar, sum høvdu kunnað sent NSÍ víðari í Europa League kappingini.

 

Sjálvur mátti Klæmint A. Olsen tíðliga út í seinna hálvleiki. Í samrøðuni greiðir hann frá hví hann var noyddur at fara av vøllinum.