Klæmint fegnast um gott spæl og vøkur mál

(Rás2) Tað koyrir sum eftir ánni hjá NSÍ, sum hevur skotið 14 mál í trimum dystum

NSÍ hevur skotið 14 mál í teimum seinastu trimum dystunum, og hevur einki mál latið inn í hesum trimum dystunum. Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen dugir tó ikki at siga hvør uppskriftin hjá liðnum er.

 

Í dag fegnast hann um fýra vøkur mál, og vakurt spæl ímóti TB/FCS/Royn, har serliga fyrri hálvleikur stóð sterkur í myndini. Í 4-0 sigrinum á Suðringum var NSÍ á odda 3-0 í steðginum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Klæmint A. Olsen aftaná 4-0 sigurin hjá NSÍ yvir TB/FCS/Royn.