Klæmint A. Olsen: Helst trý stig

Ein av føstu monnunum á U21-landsliðnum, sum eisini er næst­besti málskjútti í Effodeildini við 13 málum, er Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ. Hann spældi eisini við ímóti Danmark í fyrra dystinum landanna millum, og veit tískil hvørja mótstøðu teir kunnu vænta sær.
– Teir eru væl fyri tekniskt og kvikir. So at siga allir, sum eru við, eru profilar á Superligu-liðum, so tað er á einum ógvuliga góðum støði, teir spæla á, sigur Klæmint.
Hann eftirlýsir dirvi í dystinum í kvøld og vil fegin hava sítt lið longri fram á vøllin.
– Tað verður nokk ikki sum sein­ast, vit spældu ímóti teimum. Tá lógu vit og vardu og taptu 0-4. Eg vænti vit verða longri frammi á vøll­inum, tí vit vænta okkum okk­urt stig í øllum førum. Helst trý stig, sigur hann og vísir á, at um teir bara tora at spæla, so kunnu teir geva Danmark skarpan gang.
– Leikararnir, sum vit hava við, eru allir sterkir og spæla á bestu liðunum í landinum. Um vit tora at spæla og geva okkum tíð til tað, so kann tað verða heilt gott, sigur Klæmint at enda.