NÚ kemur hetta ikki sum nøkur kollveltandi nýggjaheit fyri altjóða oljuheimin, tí signalini higartil hava bent á nakað, sum líkist hesi tíðarætlan. Men tað, sum hevur alstóran týdning, er, at føroyskir myndugleikar alment stíga fram og leggja kortini á borðið. Ein kann siga, at borðið nú fangar. Og hetta er helst gott fyri báðar partar. Tí tá veit man, hvar man flýtur og hvørjar skyldur liggja á einum.
TAÐ er so kanska heldur ikki so burturvið at leggja út við tí fyrstu útbjóðingini fyrst í eini nýggjari øld. Hetta líkasum setir tingini í relieff, men paralellt við hesum útviklingi, eiga aðrir føroyskir myndugleikar tað verið seg innan skúla og mentan, fígging og landsplanlegging ol. at brúkt kreftir uppá at fylgja gongdini væl og vera uppá for-kant, soleiðis, at samfelagið sum heild veruliga er ført fyri at taka ímóti hesi stóru avbjóðing. Í hesum sambandi vilja vit endurtaka uppskot okkara um at skipa fyri eini stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har nettup menniskjað, umhvørvið, mentanin og liviumstøður annars eru í fokus - har hesi verða sett í sambandi við eina komandi oljuleiting og -vinnu. Tað hevði verið upplagt, at Oljumálastýrið, Fróðskaparsetrið, Fíggjarmálastýrið, Mentamálastýrið og Norðurlandahúsið tóku slíkt stig. Kanska hetta kundi verið fyrsta stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum í ár 2000.
NÚ startskotið til 1. útbjóðing er latið av kemur stóra avbjóðingin: hvørji øki bjóða vit út og hvørjar treytir seta vit oljufel-øgunum! Hetta eru torførar uppgávur at loysa, og vóna vit, at myndugleikarnir brúka allar góðar kreftir til at finna besta úrslitið, bestu javnvágina. Kynstrið er at skipa viðurskiftini soleiðis, at samtíðis sum føroyska samfelagið fær sín ágóða, eiga oljufeløgini, sum skulu gera íløgurnar, at fáa rímuligar treytir at virka undir.