Næmingar, ið skulu upp til próvtøku, hava vanliga úr at gera við at hugsa um skúlating, pensum og annað, men nú skulu tey eisini hava í huga, júst hvat tey eru ílatin til próvtøkurnar. Ein nýggj kanning vísir, at tað er sera umráðandi at verða rætt ílatin, um tú vilt hava eitt gott próvtal.
Hóast allir próvdómarar helst siga seg ikki hava áhuga fyri hvussu næmingarnir eru ílatnir, so er hetta kortini ikki heilt rætt, staðfestir kanningin.
Í kanningini fingu fýra kvinnuligir tónleikarar ymiskt próvtal fyri júst somu ljóðupptøku, skrivar The Guardian í dag.
Noola Griffiths, sum hevur granskað í sálarfrøði innan tónleik, hevur kannað, hvussu fýra ymiskar kvinnur, sum eru violinistar, í trimum ymiskum settum av klæðum, blivu dømdar til próvtøku.
Tær vóru ílatnar ávikavist einum konsertkjóla, kovboybuksum og náttarlívsklæðum. Allar kvinnurnar vóru umleið eins bygdar, og vóru millum tey bestu í sínum árgangi.
Kvinnurnar vóru allar tiknar upp við sjónvarpstólið, har tær spældu eitt lag við júst sama tempo. Aftaná var teirra útgáva av lagnum tikin burtur úr upptøkunum, og ístaðin var lagt júst tað sama lag á allar upptøkurnar.
30 ymiskir tónleikarar mettu síðani um framførsluna hjá kvinnunum, og dómararnir vóru ikki kunnugir við, at talan var um júst somu upptøku hjá øllum kvinnunum.
Kvinnan í konsertkjóla fekk hægsta próvtal, meðan kvinnan, ið var ílatin klæðum ein vanliga metir sum náttarlívsklæðir, fekk lægsta próvtal.