Kløøhn oh-og lukkulig!

Annika Sølvará, Stjóri fyri Granskingarráðið
---


Mær dámar ómetaliga væl summar partar av jólatíðini, men viðhvørt havi eg hug at flenna, tá eg hoyri og lesi um alla stákanina: “Eg havi kókað kleynur og vaska loft og verið til 7 konsertir og 5 jólahald í skúlanum, barnagarðinum, frítíðarskúlanum, arbeiðinum og bindiklubbanum og skriva 88 jólakort og ...Uff eg eri móð - Ert tú liðug til jóla?” Hmm, eg sigi sum ein vinkona á Facebook: “Liðug við hvat?”
Eg síggi Riu Torgarð fyri mær í sendingini Jólagøtan fyri nøkrum árum síðani. Á einum steppara við eini agurk í aðrari hondini og einum hvíttkáli í hinari tivar hon: “Kløøhn oh-og lukkulig!” meðan hon steppar avstað. Heldur enn at taka uppá til jóla, so vil hon tapa seg. Hon roynir at sannføra seg sjálva um, hvussu lukkulig hon verður av at vera kløn og standhaftig, men gakk. Tað endar sjálvandi við, at hon dettur útí og kveylar eina karamelludós í seg. Soleiðis gongur nokk fyri flestu okkara í desember. Tú hevur eina ætlan, til tú fært eina aðra.
Eg skal ikki siga meg fría fyri at fáa onkrar stressknubbar av at fara til alt møguligt jólaligt, men eg eri – næstan – givin at hava ringa samvitsku av tí, sum eg ikki havi tíð til at gera ella fara til, av tí ósunna, sum eg komi til at eta ella drekka, ella av tí, sum eg snøgt sagt ikki tími at fáast við. Eg haldi, at tað er ring samvitska, sum stressar allar mest. Ger tað nakað, at eg ikki tími at kóka kleynur? Nei, tí eingin inni hjá okkum etur kleynur. Hvat ger tað, um eg ikki geri høvuðsreint til jóla? Einki, tí her verður eingin heima, uttan frensurin. Missur nakar nakað, um eg ikki nái til allar jólakonsertirnar? Bara eg, og tað kann eg saktans liva við. Hvat ger tað, um eg eti riv einaferð um vikuna í desember? Einki, var tað ikki riv, so var tað uttan iva okkurt annað. Vit hava gjørt av, at vit bara gera tað, sum vit tíma og finna tíð til, og eta tað, vit hava hug til, ikki tað “mann” skal í desember.
Fyri tað, so stákast vit til jóla. Jólaperurnar upp 1. desember, so vit fáa eitt sindur av ljósi í húsið. Adventsgávukalendara og sjokolátakalendara, heldur enn ein pakka hvønn dag. Til eina ørgrynnu av jólahaldum, har vit hugna okkum saman við skúlafeløgum, starvsfeløgum, vinum og øðrum, eta gott og sleppa frá uppvaskinum. Eitt Excel ark til at halda skil á jólagávunum, hvat keypti eg til hvønn í fjør og fyrraárið, so tey ikki fáa tað sama hvørt ár og eingin verður gloymdur. Jólatræið sett upp og pyntað, tá tað liggur fyri, ikki tá kalendarin sigur tað, allarhelst ein sunnumorgun aftaná morgunmatin, meðan øll enn eru í náttklæðum. Keypa bøkur til okkum sjálvi áðrenn jól og lesa seint um kvøldið og út á náttina, so vit næstan ikki orka upp til arbeiðis og í skúla.
Sjálvir jóladagarnar eru kortini so siðbundnir, at har er einki, sum skal broytast uppá ella pilkast við, av tí sum liggur til okkum at bestemma, raðfylgjan er næstan líka kend sum í 90 ára føðingardegnum. Til Klaksvíkar lítlajólaaftan. Riv á middegi jólaaftan. Rokan og stákan av mati. Í kirkjugarðin at tendra ljós. Í kirkju. Eta gás og dunnu. Syngja um jólatræ. Jólagávur. Rómadessert við mandlu í. Midnáttarmessa úr Rom. Lesa. Sova. Aftur at eta. Gongutúr. Spæla eitt spæl. Lurta eftir útvarpi. Eta. Práta. Lesa. Eta meira...
Kløn verði eg avgjørt ikki av hesum, men lukkulig, tað verði eg.